Gangi í tokuni
Eina í djúpu kvirruni
Síggi ongar varðar
Burtur allir garðar
Rópi men eingin svarar
Inn ímillum gloppini
Í mjørkaklaeddu náttini
Hómi eg skuggar
Tykist sum okkurt rørir seg har
Rópi men eingin svarar maer
Vinur, vinur saert tú meg?
Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?
Sást tú gøtuljósini
Lýsa í bygdini?
Sást tú hvat tey gjørdu har?
Minnist tú hvussu støðan var?
Leitaði nakar eftir maer?
Vinur, vinur saert tú meg?
Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?
Hevur tú eins og eg
Gingið í tokuni
Burturvilst frá slóðini
Ytst á fjallatromini?
Kennir tú hetta einsemið?
Vinur, vinur skilur tú meg?
Veitst tú nakran loyniveg?
Hevur tú reikað líka sum eg
Í endaleysu óvissuni?
Vinur, vinur skilur tú meg?
Veitst tú ongan loyniveg?
Hevur tú reikað líka sum eg
Í endaleysu tokuni?