Tú ert brotin
Farin í tvíningar
Veingjaskotin
Finnur onga meining í nøkrum
Kennir teg laestan fastan í fjøtrum
Hvussu loysir tú
Henda sálarknút?
Hvussu brýtur tú út
Ímillum taer trongu rimarnar
Út í ein opnan heim sum rúmar taer?
Dansa vilt í náttini svørtu
Kenna ikki morgunin enn
Okkara brotnu hjørtu
Taka eitt fet í senn
Eg veit at tú
Ert ikki ólíkur maer
Undir hyljandi húð
Vovin úr sama vevnaði
Tráandi eftir eydnuni eins og eg
Dansa vilt í náttini reyðu
Kenna ikki morgunin enn
Berjast ímóti streyminum
Taka eitt fet í senn
Dansa vilt í náttini reyðu
Síggja ikki sólina enn
Ongantíð vóru vit eins og tey
Vit taka eitt fet í senn
Vit taka eitt fet í senn