Svøvnleysa náttin
Er nú aftur her
Komin at vitja meg
Enn einaferð
Heimleysur longsul
Floymir inn um hurðagátt
Fyllir tøgnina
Nú í nátt
Tímarnir hanga
Og eg hugsi bert um teg
Heimurin endar
Men eg hugsi bert um teg
Larmandi býður
Og eg gangi inn í
Mannamúgvur
Vinir eg ei havi sæð í langa tíð
Dansi í náttini
Tíðin hongur
Men enn er tað bara tú
Í mínum tonkum
Tímarnir hanga
Og eg hugsi bert um teg
Heimurin endar
Men eg hugsi bert um teg
Eg eri fangað
Tú hevur kastað gand á meg
Dagarnir ganga
Og eg hugsi bert um teg
Hugsi bert um teg
Hugsi bert um teg
Hugsi bert um teg