Nevið mítt reyða
Veingjabreiðið vítt
Glóð er mítt eyga
upp úr øskuni
Syng út í myrkrið
Eg hoyri teg
Saman geva lyftini
upp úr øskuni
Rísa upp á svørtum veingjum
Svíva inn í náttina
Tú ert systir mín
Eimborin úr dimmum iva
Nú ert tú brennimerkt við mær
Og eg verji teg
Nevið mítt reyða
Veingjabreiðið vítt
Glóð er mítt eyga
upp úr øskuni
Syng út í myrkrið
Eg hoyri teg
Saman geva lyftini
upp úr øskuni
Sveima vit á sterkum veingjum
Stevna inn í vissuna
Tú ert systir mín
Eldroðin úr farnum ótta
Festir í eitt brimandi bál
Men tú verjir meg
Sveima vit á fríum veingjum
Svørja at vit vilja tað
Tú ert systir mín
Eiðfastar í hvørja aðra
Orðini brend á mína húð
Aldri svíkja teg